planet.fo
planet.fo - Føroyski ungdómsportalurin:
Watkins Kids í Mullers Pakkhúsi
29. jun 2007,
"Summartónar ljóma enn um alt landið, ein av forvitnisligu upplivingum verður í Müllers Pakkhúsi í kvøld, tá klarinettkvartettin Watkins Kids spælir. Anna Klett, Oddur Hentze, Bjarni Berg og Martin Mouritsen hava øll somu lagnu at hava verið næmingar hjá enska dirigentinum Hugh Watkins, sum seinast í 70-unum kom til Klaksvíkar og síðani til Havnar, har hann tók sær av tónleikafrálæru.
Hann var dirigentur hjá fleiri orkestrum men serliga hjá GHM, har hesi fýra hava sínar røtur. Ein hópur av blásarum vóru settir at spæla og hesi fýra hava hildið fast í sínum ljóðføri. Tey hava øll útbúgvið seg í tónleiki uttanlands og virka sum tónleikalærarar og tónleikarar.
Anna Klett býr í Keypmannahavn og virkar sum ykistónleikari burturav.
Hon hevur vunnið sær fastan sess millum danskar tónleikarar, serliga tá ræður um nútíðartónleik. - Vit vóru øll á ein hátt børnini hjá Watkins fyri umleið 30 árum síðani og hava nú funnið saman á ein serligan hátt við hesi klarinettkvartettin, siga Watkins Kids í tíðindaskrivi.
Skráin er sett saman av modernaðum tónleiki fyri kvartettina,"
WOW Hugh Watkins :-)
Kvinna: "Hugh Watkins Enskur musikari, sum livdi her í 70-80´unum. fekk alt møguligt upp at koyra við blásiinstrumentum. poula 06-06-2005 kl. 00:45"
webbyen.dk:
"Stutt um GHM
GHM , ið merkir 'Georg Hansen Minni', var stovnað 14. mars 1922.
Felagið fekk navnið eftir Georg Hansen bakara, ið slóðaði fyri øllum tónleikarlívi í Føroyum.
Tað vóru næmingar hjá Bakara Hansen, sum tá framvegis livdi, ið stovnsettu orkestrið. Teir vildu, at orkestrið skuldi vera honum, sum teir skýrdu ' Faðir tónleikin í Føroyum', ein livandi minnisvari. Virksemið hjá G.H.M hevur verið misjavnt gjøgnum árini, men eftir eina endurreistn í 1950 hevur gingið meira støðugt.
Harmoniorkestrið G.H.M. var í 1950’unum og 1960’unum kent fyri sín tónleik á útferðum, konsertum og serliga spæli til gamlar dansir bæði í Havn og úti á bygd.
Mitt í 70’unum kom ein bresktur venjari til Føroyar, nevndur Hugh Watkins.
Hann var í fyrstuni tónleikaralærari í Klaksvík, men seinni kom hann suður til Havnar.
Hann setti nógv ung í gongd at spæla uppá ymisk blásiljóðføri, og innan stutta tíð vaks orkestrið úr 18 til 38 spælarar og sum nakað nýtt, komu 3 konufólk við í orkestrið tann 13. sep. 1976.
Orkestrið er nógv broytt gjøgnum tíðirnar. Í fyrstani var GHM eitt lítið orkestur manna við tilkomnum havnamonnum, men fram til 2005var GHM eitt orkestur við uml. 25-30 spælarum, bæði konufólk og mannfólk, og flest ungir spælarar.
Á vári 2005 vóru GHM og Tórshavnar UngdómsHarmiorkestur samanløgd og eftir samanleggingina, telur GHM 70-80 spælarar.

0 Comments:
Post a Comment
<< Home